JN

Talgilda kravið nervaði ikki innlatingina av sjálvuppgávunum

...

2014-07-16 15:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú freistin hjá partafeløgum og øðrum felagsskapum at lata sjálvuppgávu inn er farin, síggja vit, at gott 2000 partafelagssjálvuppgávur eru komnar inn áðrenn freistin var úti 1. juli. Fyrr í ár sendi TAKS 2.800 sjálvuppgávur út til partafeløg og aðrar felagsskapir, sostatt eru um 72% komin inn til tíðina.


Innlatingin líktist undanfarnum árumSambært Poulu á Líðarenda, leiðara á virkiseftirlitinum, er innlatingin av sjálvuppgávunum lík undanfarnum árum. - Vit hava ikki líknandi hagtøl fyri undanfarin ár og vita tí ikki neyvt, um innlatingin er øðrvísi í ár. Eg haldi tó tølini síggja rímilig út, og at tað tykist ikki sum um, at kravið um at lata inn talgilt hevur nervað innlatingina stórvegis, sigur Poula á Líðarenda.

Sambært Poulu skulu fleiri viðurskifti hugsast inn í samlaðu myndina av innlatingini. Hvørt ár koma nakrar sjálvuppgávur inn eftir, at freistin er farin, í summum førum við serligum loyvi frá TAKS. Nøkur feløg fara konkurs, og tá missa tey sína atgongd til Vinnugluggan, og tí lata hesi ikki inn talgilt. Og síðani eru altíð nøkur, sum bara ikki lata inn, hvørki til tíðina ella ov seint. Í fjør vóru hesi um 400 í tali, og tey fáa eina metta skattauppgerð, t.e. ein uppgerð, har TAKS ásetir, hvussu nógv tey skulu rinda í skatti. Havandi øll hesi viðurskifti í huga, sær samlaða innlatingin heilt rímilig út.

eRoknskapur ger stóran mun hjá TAKSTalgilda innlatingin ger stóran mun í arbeiðsgongdunum hjá TAKS. Um hetta mundið í fjør lógu høgir stakkar av roknskapum og sjálvuppgávum á skrivstovunum hjá TAKS og bíðaðu eftir at verða viðgjørdir. Í ár eru ongir stakkar nakrastaðni. Ongar sjálvuppgávur mangla at verða skannaðar inn ella skrásettar, og longu nú er komin so mikið áleiðis, at uml. 30% av innkomnu skjølunum eru viðgjørd og liggja klár til at fara gjøgnum skattaskipanina til endaliga uppgerð. Tann uppgerðin koyrir í endanum av september, og tá fáa nógv feløg sína skattauppgerð.


TAKS
11. juli 2014

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder