Innleiðandi kapitlarnir í orði Guds til samkomuna í Róm, snúgva seg um synd. Ákæran og fordømingin byrjar longu í Róm. 1, 19 ??? 32, ið viðgerð ræðuligu misbrot heidninga. Tað vísir seg, at sjálvt fittir og gávumildir heidningar, mugu venda um við trúgv á Jesus Kristus, fyri at toknast Gudi. Og hjá okkum er tað skilligt, at kristin siðaarvur bert er eitt nevni og arvar ikki ríki Guds uttan endurføðing. (Joh. 3). Niðurstøðan er hendan: ???Uttan Kristus í hjartanum flýtur føroyingurin í báti heidninga!??? ???Tí, øll menniskju hava syndað og teimum fattast dýrd Guds.??? (Róm. 3, 23).
Góði, frelsuætlan Guds er sniðgivin til tín og mín. Hin heilagi frelsustandardurin, er einki minni enn Jesus Kristus krossfestur, deyður og uppaftur risin. Av berari náði og við trúgv á Kristus, hava menniskju fingið himmalska atgongd til undurfullu dýrd Guds.
Orð Guds avdúkar týðiliga orsøkirnar til heiðinskapin og tess avleiðingar. Og ikki altíð er ráur heiðinskapur klæddur í skammleysa og primitiva avgudadyrkan. Men eisini mentanarligur heiðinskapur við siðbundnari uppvenjing, er vorðin gerandiskostur á okkara leiðum. Tað vil siga, at heiðinskapur finnist allastaðni í heiminum. Í frumskóginum, í afturkomnum londum og eisini í væl upplýsta heimlandi okkara.
Hitt forherðaða og harðliga umskifti í andaligu tilveruni, byrjar fyrstani, tá menniskju við fríum vilja vraka sannleikan um Gud. Soleiðis byrjar heiðinskapurin, sum eitt omanlop og fer illa við lívinum. Og ein áhaldandi andalig niðurgongutíð stendur fyri framman, um fólk ikki velja Jesus í góðari tíð. Slíkt førir við sær ringar lærur og falska trúgv, sum er grundað á fáfongt skynsemi og falska religión. Heiðinskapurin búnast skjótt og hevur ræðuligar avleiðingar við sær og framleiðir ongar kristnar fruktir. Við tíðini veksur forherðingin, ið førir við sær, at heiðinskapurin røkkur sítt hámark, ið aftur førir við sær ábyrgdarleysan atburð, í øllum lívsins viðurskiftum.
Men gleðiboðskapur Guds smæðist ikki við viðgerðina av synd og syndaskyld. Lat okkum fyrst byrja við ørindi 18 og lesa og hoyra hvat orð Guds sigur um endan á gudloysi og órættvísi í heiminum:
"Tí vreiði Guds verður opinberað av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja, sum við órættvísi kúga sannleikan." (Róm. 1, 18).
Tað vildi verið skeivt av mær, at kuta ???harða??? boðskap Guds til okkara. Tí hesin parturin, er hin vekjandi parturin í gleðiboðskapinum. Hann er í øllum førum ikki til hin frelsta, at hugna sær við um kvøldarnar. Nei, Jesus talaði meira um Helviti enn Himmalin. Jesus hevur dupult so nógvar tilvísingar til lagnuna hjá øllum teimum, sum fara í æviga fortaping, í mun til tey, sum verða æviga frelst. Í evangeliinum eftir Matteus lærir Jesus nógv alment. Og fyri hvørt ørindi har Himmalin verður nevndur, verða trý onnur ørindir nevnd, har Jesus á ein ella annan hátt vísir til Helviti.
Í brævið Paulusar um gleðiboðskap Guds til samkomuna í Róm, verða tey ringu tíðindini um synd okkara og vreiði Guds fyrst søgd, áðrenn tey góðu tíðindini, um frelsu við trúgv á Kristus verða søgd. Teksturin ber boð um tríggjar orsøkir til vreiði Guds. (1) Gudloysi menniskjunnar: Hetta snýr seg í høvuðsheitinum um synd ímóti Gudi. Slík menniskju velja gudloysi og hava onga avsakan á dómadegi. (2) ??rættvísi menniskjunnar: ??rættvísi er synd ímóti Gudi og menniskjum. Og tað er eyðsæð, at syndin versnar við tíðini. Fyrsta syndin á jørðini t.e. ???Ádam ímóti Gudi??? gjørdi skilnað millum Gud og menniskju. Næsta syndin t.e. ???Káin ímóti Ábel??? gjørdi skilnað millum menniskju. Og síðsta orsøkin til vreiði Guds er (3): ??rættvísi sum kúgar sannleikan. Gud dømir menniskju, sum við fríum vilja halda aftur og vraka sannleikar Guds vegna vantrúgv sína. Vit lesa víðari:
"Tað, sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert." (Róm 1, 19).
Uttan Kristus, er støða okkara fullkomiliga vónleys. Annaðhvørt eru vit primitiv heiðin menniskju ella meira og minni mentaðir heidningar. Siðmentan okkara er jú gamlir siðir, sum fólk hevur tikið við frá eldri ættarliðum. Nakað er rein gudsdyrkan, sum er góð fyri hjarta- og sinnalag. Og sumt er beinleiðis rangir lærdómar við íblástri frá djevlinum. Tað finnist eisini meinaleys siðmenning, ið er gott viðføri á lívsins leið. Men ógudiligur siðaarvur førir við sær kristna afturgongd. Næsta afturstig førir við sær hetta, at kristin virðir við tíðini verða avtikin. Og soleiðis prógvar søgan, at heil samfeløg endaðu í vegloysi. Ein orsøk er fráfall frá orði Guds millum hini trúgvandi. Ein onnur orsøk er vantandi áhugi fyri sannleiksorðið Guds, ið er prædikað fyri heidnum og kristnum menniskjum heilt frá byrjanini. Her á landi sæst týðiligt, at mong vraka Jesus sum Kristus og gylta møguleikan til eitt eftirfylgjandi gudiligt lív. Sostatt mugu hesi roknast sum heidningar. Tí má orð Guds áhaldandi livast og sáast av nýggjum og verða prædikað av sonnum prædikumonnum.
Góði lesari, Róm. 1, 19 tekur hetta fyri givið, at tilvera Guds er fakta og prógvar seg sjálv. Fólk sum siga nakað annað dára seg sjálv. Tí, dárin sigur í hjartanum: "Eingin Gud er!" (Sálm 14, 1 og 53, 1). Harafturat er høvuðsorsøkin til gudloysi prentað í hesum báðum sálmunum. Tað er eisini skilligt, at keldan til gudloysi er moralsk og ikki intellektuell. Tí, Gud hevur innrættað menniskjuna soleiðis, at vit hava betri førleikar, at koma til trúgv á Jesus, í mun til tað øvugta ??? at velja skeivt og verða vantrúgvandi. Um vit avnokta Gud og látast ikki at síggja, hoyra og vita av Gudi, tá mugu vit rokna við, at orð Guds gongur út. At vit verða vakt uppaftur til dóms og dømd til æviga fortaping.
Róm. 1, 19 leggur afturat, at ongin óvissa er um hetta, at orð Guds vitnar um Hann. At øll menniskju eru vitandi um Gud. Sjálvt teir mest primitivu heidningarnir vita, at Gud er til. Tað finnast eingir ateistar ímillum teirra. Tí, tilveran hjá Gudi er ein innbygd tilvitan, sum Gud sjálvur hevur lagt í øll menniskju. Fyrr ella seinni kemur reaktiónin, tá Gud birtir vitanina um seg sjálvan. Harafturat vísa royndir, at primitivir heidningar eru tilvitaðir um synd, og at tey hava syndað. Og at syndir teirra føra revsing við sær. Tey eru óttafull fyri revsingini, bangin fyri deyðanum og vitandi um hetta, at bót má fáast fyri syndir teirra. Og tessvegna royna tey, eftir besta førimuni, at finna ein útveg, ið blíðkar vreiði Guds. So, ófrelst menniskju hava ikki frið við Gud.
Á okkara leiðum kríggjast lítillátaðir ateistar ofta einsamallir við Gud. Talan er um eitt persónligt og avmarkað kríggj í innara menniskja okkara. Har ímóti er víðgongt gudloysi, eitt nógv meira tilvitað kríggj ímóti Gudi. Tað er týðiligt, at dagsins rák førir til globalt kríggj ímóti Gudi og Hansara børnum. Slíkt førir altíð við sær, at bæði Gud, Jesus Kristus, Heilagi Andin og børn Guds verða spottaði og háðaði av víðgongdum gudloysingum. Vit síggja at:
"??sjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan." (Róm. 1, 20).
Tað vísir seg, at orð Guds ikki roynir at prógva, at Gud er til. Orð Guds er nógv størri og sterkari enn so! Orðið byrjar við eini guddómligari staðfesting og ljóðar soleiðis: "Í upphavi skapti Gud..." (1. Mós. 1). Og vitnisburður Guds í Róm. 1, 20 er ikki minni alfevndur. Og hesin guddómligi vitnisburðurin kann ikki oyðileggjast av menniskjum. Tí eingin kann renna undan veruleikanum. Vit eru jú vitnini til skapan Guds t.e. allur alheimurin. Amen!
Myndarliga talan í ørindi 20 lýsir hetta, at øll menniskju sita frammanfyri guddómliga løriftinum, ið avdúkar vitnisburð Guds ??? SKAPANINA. Tað sum Gud skapaði í forðum talar Hansara vegna. Skapanin er Hansara fyrsta testamentið, sum so mangur yrkjari gleðiliga hevur greitt frá. Elskaði lesari, Gud væntar av tær, at tú lærir av skaptu náttúru Hansara, um sannleikarnar í ævigu kraft og guddómleika Hansara. Tín persónliga viðurkenning av læru Guds og sannleikanum um hesi tingini, átti at birt eitt inniligt ynski í tær, um at prísa og toknast skaparanum. Ja, orð Guds váttar tað sama í Sálma 19 og ljóðar soleiðis: "Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara." Hetta er jú einki minni enn verk Guds, ið talar sannleikan til mannaættina á øllum hugsandi móðurmálum. Men Jesus Kristus er loyndardómurin og loysnin, ið kann opna eyguni fyri øllum hesum. Orðið um trúnna á Jesus er enn móttakiligt. Og hvør tann, sum tekur ímóti Jesusi við trúgv skal verða frelstur og skilja hesi tingini í andanum.
Abraham Lincoln sigst at hava sagt fylgjandi: "I can see how it might be possible for a man to look down upon the earth and be an atheist, but I cannot conceive how a man could look up into the heavens and say there is no God." Tað finnist eisini eitt annað kent sitat frá fronsku kollveltingini, tá ein kollveltingarmaður reypaði fyri einum bónda. Kollveltingarmaðurin segði fylgjandi: "Vit fara at taka niður alt sum minnir tykkum um Gud." Slíkur hugburður er nokkso vanligur hjá einstaklinginum í dag. Og er bæði skrivaður og óskrivaður partur av endamálsorðingini hjá fleiri politiskum rørslum. Men bóndin hevði eitt greitt aftursvar til brúsandi kollveltingarmannin: "Borgari, tá mást tú toga stjørnurnar niður." Sært tú, tað sæst! Innastu hjartastreingir okkara eru vitandi um hetta, at Gud er til. Men Gud er ein gentlemaður, ið dugir at bera seg at og hevur givið okkum ein frían vilja.
Tað er tó avmarkað, hvat sum lærast kann um Gud í náttúruni. Men náttúran peikar hinvegin ??? altíð á skapara sín. Náttúran í sær sjálvum, er góður vitnisburður um skapanina. Eisini stjørnurnar vitna um skapanina! Hann sum er almáttugur, alvísur og altíð hjástaddur. Hann sum er høgt omanfyri røddir hinna gudleysu og følsku heimsfatan teirra.
Hóast Róm. 1, 20 lærir um ósjónligu veru, kraft og guddómleika Hansara, so er náttúran kraftarleys í sær sjálvum. Náttúran fær einki gjørt hvørjum viðvíkur endurloysing og persónligu frelsu okkara. Tí náttúran veit einki um fyrigeving syndanna og lærir einki um gudiligan moral. Náttúran hevur jú einki hjarta og onga loysn á menniskjunnar størsta trupulleika t.e. SYND okkara. Og náttúran nevnir heldur einki um nakran frelsara. Men orð Guds lærir hinvegin, at allur skapningurin skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans. (Róm. 8). Góði, sjálv skapanin sigur ófatiliga nógv um handaverk Guds. Men Jesus Kristus, sum var krossfestur á Golgata krossi, avdúkar náðiríka og kærleiksfulla hjarta Guds. Í hesum samanhanginum og fyri ordans skyld, fari eg at viðgera eitt ørindi afturat:
"Tí hóast tey kendu Gud, ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki, men vórðu fáfongd í hugsanum sínum, og í dárahjarta teirra gjørdist myrkt." (Róm. 1, 21).
Her síggja vit, at menniskju ??? uttan himpr vrakað náðiríku opinbering Guds. Eitt av úrslitunum er gudloysi og hálovan av menniskjaliga intellektinum. Eitt annað úrslit er følsk religión. Og bæði úrslitini eru væl kend í Føroyum. Bæði eru tiltakandi og tað fyrra er nógv meira tiltakandi enn áður.
Tá menniskju í sínum sinni toga Gud niður av trónuni og útihýsa Gudi í sínum hugsanum, verða tey tilvitaðir gudloysingar. Vantrúgvin økist samsvarandi fáfongdu hugsanunum, ið fylla sinn menniskjunnar. At enda lumpað uppblástar kenslur menniskjuni og síðan seta tey persónliga álit sítt á menniskja vísdóm og ógudiliga filosofi. Og soleiðis halda tey, at trúgvin á Gud er pátrúgv og óneyðug.
Ein av høvuðsorsøkunum, hví ymisk ástøði innan menningarlæruna, hava so stóra og hypnotiska ávirkan og vald á sinni hjá modernaðum menniskjum er hendan, at ringa og sataniska læran setir í gongd tilhugsanir, ið beinleiðis føða gudloysi teirra ??? so leingi upplopið varðar. Og soleiðis heldur hin vantrúgvandi seg sjálvan kunna geva náttúruligar frágreiðingar um alt. Bæði um alheimin og tilveruna, sum heild. Og vanlukkan hjá mongum vantrúgvandi menniskjum er hendan, at hesi tykjast at halda, at náttúruliga ástøði menniskjunnar, er nóg gott sannleikagildið til at sannføra øll tey, ið ynskja at verða sannførd (villeidd).
Róm. 1, 21 ber eisini boð um eina óhugnaliga tilgongd, ið førir menniskju inn í eina myrka forherðing, har vandamikla forbergið stendur fyri framman. Tað vil siga, eitt frítt fall inn í skilaloysi. Hetta er ein somikið álvarsom upplýsing, at orð Guds leggur áherðslu á hetta, at slík mannahjørtu undir hesi forherðing gerast myrk. Allir pástandir, sum seta menniskja vísdóm og álit tess í hásæti, toga Gud av trónuni og gera menniskju sjálvgóð og býttislig í sær sjálvum. Orð Guds er fult av dømum um menniskju, sum byggja á skeivar fortreytir. Menniskju, sum koma fram til vanvirðandi niðurstøður um Gud og sum altíð fara skeiv í lívsins stóru spurningum.
Tað finnist søguligur lesnaður, ið væl og virðiliga lýsir hugmóðigar gerðir og pástandir. Upp ígjøgnum tíðirnar hava mong menniskju, sett alt álit sítt á fáfongdan menniskja vísdóm. Menniskja vísdómur, ið setir seg upp ímóti heilaga vísdómi Guds, kann virka bæði láturligur og grátuligur í bakspeglinum. Við at seta fokus á fáfongdan menniskja vísdóm, ið veruliga heldur seg hava uppfunnið ???krútið??? av nýggjum. Og hareftir síggja, hvussu øll verk teirra raplaði, sum eitt korthús, er haldgott søguligt prógv um dárskapin í eitrandi sproytu djevulsins, ið smittaði alla mannaættina í syndafallinum. Men støðan er óbroytt í dag. Og søgan fer ivaleyst, at prógva tað sama umaftur. Trupulleikin er bert hesin, at fleiri ættarlið kunnu fara fortapt av ringu og villleiðandi lærunum, áðrenn tær verða avdúkaðar. Og uppaftur onnur verða villeidd í tilgongdini til nýggjar ranglærur, sum koma ístaðin. Har afturat skal havast í huga, at rangar lærur verða framleiddar og ferðast bæði parallelt og í seriu í senn og eru verri enn nøkur virus, at fáa bilbugt við. Einasta verja ímóti slíkum er, at ???koppseta??? seg ímóti heiðinskapinum. At móttaka frelsu Guds við trúgv á Sonin, Jesus Kristus og liva eitt eftirfylgjandi heilagt lív í Kristusi.
Í dag finnast nógv fesk dømir, har forherðað vísindafólk klæðast í eitt nýtt slag av gudloysi. Har modernað vísindafólk eru stýrd av egnum kenslum, sum veruliga halda seg hava funnið grundleggjandi loyndardómar um tilveruna. Og mong teirra eru blivin so fáfongd og bláoygd í hugsanum sínum, at hesi liva, sum religiøs menniskju í bíðitíð. Tey liva sostatt í vónini um, at onkur gudleysur heili skal eydnast, at finna alfevndir líkningar, sum tey trúgva skulu loysa gátuna um tilveru alheimsins. Í nýggjari tíð hava nakrir gjørt sær tann ómak, at prenta umtóktar vísindaligar bøkur. Hesir rithøvundarnir spottað Gud. Innihaldið í bókum teirra, er út av lagi fáfongt og villleiðandi. Við so gudleysum fortreytum má roknast við, at eisini aðrar bøkur hjá hesum rithøvundum og øðrum líknandi rithøvundum eru smekk fullar av óbrúkiligari vitan. Eg ivist onga løtu í hesum, at um nøkur fá áratíggjur, verða teirra væl umtóktu pástandir, ið seta seg upp ímóti Gudi, alment gjørdir til skammar.
Góði elskaði føroyingur! Tú sum ikki livir í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ikki enn ert vorðin sannførdur um. Tú veitst jú, hvør ið hevur lært teg tað. Tú sum kennir frá barni av hinar heiløgu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus.
Tú sum elskuligt barn gleðiliga hoyrdi bíbliusøgurnar. Tú sum møguliga hevur vrakað tað, sum tú fyrr lærdi. Um Ádam og Evu, Káin og Ábel, Ábraham og Ísak, Jósef, Jónas og Job. Og hvussu stendur til við vitnisburðunum og frásagnunum hjá Lukas, Jóhannes, Paulus og Pætur. Teir sum trúgvir skrivaðu alt niður, sum Frelsarin ígjøgnum Heilaga Anda Guds bað teir gera. Men tú, hvønn sigur tú JESUS vera?
Góði, finnast gamlir barnasangir frá sunnudagsskúlanum í minninum enn? Finnast mammusa og pápasa góðanátt sálmar í hugaheimi tínum enn? Ella er skatturin burturblivin? Mítt inniliga ynski fyri tína dýrt keyptu sál er hetta, at tú reagerar uppá áminningarnar í gleðiboðskapinum og gert lýðin góða boðskapinum. At tú boyggir knø fyri frelsaranum og biður Hann um fyrigeving syndanna. At tú einaferð fyri altíð og av berari náði vil verða frelstur við persónligari trúgv á elskuliga Harra og Frelsara tín, Jesus Kristus. Og lat teg doypa til navn Harrans Jesusar og liv eitt gudiligt lív. Amen!
Blíðastu heilsanir
Ragnar Ludvig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald