2014-01-28 21:56
Nú TAKS hevur gjørt upp, hvussu tað hilnaðist at náa ásettu málunum í Mál- og Avrikssáttmálanum fyri 2013, kann ikki sigast annað, enn at TAKS hevur fingið nógv burtur úr í eftirlitsarbeiðinum. Í arbeiðinum komu starvsfólkini hjá TAKS fram á 113 mió. kr. sum ikki vóru uppgivnar rætt til skattingar. Talan er um ymisk sløg av eftirlitum. Rættingar í skattskyldugari inntøku vóru gjørdar fyri 100 mió., bæði í vinnuvirksemi og hjá privatpersónum. Rættingar í meirvirðisgjaldi og tolli vóru gjørdar fyri 7 mió., og rættingar í kapitalvinningsskatti fyri 6 mió. Afturat hesum koma so rættingar í rentustuðuli, ferðastuðuli og øðrum.
Hóast rættingar fyri 113 mió. ljóðar av nógvum, so meta vit á TAKS allíkavæl, at góðskan av sjálvuppgávunum og roknskapum er vorðin betri seinnu árini. Helst er tað orsakað av, at TAKS er vorðið meira sjónligt seinnu árini.
Hvørt ár verður løgd ein ætlan fyri eftirlitsarbeiðinum hjá TAKS, sum arbeitt verður eftir. Tað er tó sera trupult frammanundan at meta um, hvat eftirlitsarbeiðið fer at kasta av sær, tí ilt er at vita, hvat man kemur fram á, og tað kann svinga nógv.
Afturat hesum hevur Tolldeildin steðgað innflutningi av 4,19 kilo av hash og eina lítla nøgd av kokain, tað skrivar heimasíðan hjá TAKS.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald