Góðu tit øll, ið hava ferðast við okkum í ár og undanfarin ár.
Fram um alt takka vit tykkum fyri, at tit aftur í ár sigldu við okkum. Vónandi helt lyfti okkara um, at frítíðin byrjar umborð á Norrönu.
Summarið er lokið, og heystið er byrjað. Í summar hava vit haft fleiri enn 50.000 ferðandi við okkum. Tilsamans vænta vit at røkka 100.000 áðrenn árslok. Hetta er tað størsta ferðafólkatalið vit nakrantíð hava havt.
Umborð spyrja vit javnan, hvussu nøgd tit eru við okkum. Kanningarnar í summar benda tíbetur á, at næstan øll eru sera væl nøgd við matin, undirhaldið og upplivingina sum heild. Tað gleðir okkum almikið. Tó vil tað altíð verða okkurt, ið vit kunnu gera betur, og tað arbeiða vit støðugt við.
Vit á Smyril Line ætla okkum at halda fram at gera tað gott fyri ferðafólkini hjá okkum. Tit kunnu tí vænta, at tænastan verður uppaftur betri, at fleiri vørur verða settar á hillarnar, og eisini at meiri undirhald kemur á skránna.
Heystið sær spennandi út hjá okkum. Í septembur og oktobur eru teir flestu av gestum okkara nevniliga vaksin fólk, ið ikki hava børn við, og sum hava stundir at ferðast uttan fyri háárstíðina.
Gravgangur er eftir at fáa kamar umborð í heyst, so tað ræður um at kvika sær og bíleggja beinanvegin, skrivar felagið á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald