Vinna

Tænastuskeið til ferðavinnuna

...

2013-11-11 18:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Ferðavinnufelagið bjóðar fríggjadagin 15. november 2013 kl. 9.00-16.00 limum sínum skeið við Sissal Kristiansen. Sissal fer á skeiðnum at viðgera, hvussu vit í vinnuni møta ferðafólkinum á besta hátt. Nærri verður komið inn á leiklutin hjá starvsfólki, sum dagliga hava samband við ferðafólk. At tað er júst henda tænasta, ið kann verða avgerandi fyri, hvussu ferðafólkið upplivir ferðina, fyritøkuna, tey umboða, og Føroyar yvirhøvur. Harafturat fara vit millum annað at hyggja at, hvørji do's and don???ts eru innan ferðavinnu, og at vit mugu verða varug við, at hetta er ymiskt frá segmenti til segment.

Skeiðið verður hildið í Vinnuhúsinum og er bert fyri limir í Ferðavinnufelagnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder