Lýsing

Tænastudeildin hjá Grant søkir handverkarar

...

2021-12-23 19:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

VIT LEITA EFTIR ÁGRÝTNUM HANDVERKARUM TIL T??NASTUDEILD OKKARA. ARBEIÐIÐ HJÁ T??NASTUDEILDINI UMFATAR:

  • Viðlíkahald og smærri og størri umvælingar av vindeygum, hurðum og alufasadum.
  • Ísetan av alufasadum, inniglasi og sjálvvirkandi hurðum.

Vit bjóða eitt sjálvstøðugt, fjøltátta og mennandi starv, har tú kemur at mynda tín egna arbeiðsdag. Arbeiðið er sjálvstøðugt, men, har uppgávan krevur tað, í samstarvi við starvsfelagar úr tænastudeildini og/ella framleiðslu.

Arbeiðsstaðurin er runt alt landið, har tørvurin hjá kundanum er. Koyrt verður útfrá virkisbygningunum hjá felagnum í Vágum.

Tænastudeildin hjá GRANT er avgerandi fyri framtíðarætlanirnar hjá felagnum, og vit leggja alla orku í at menna starvsfólkahópin og førleikar teirra. Vit ynskja at vera kend fyri tænastustøðið á hægsta stigi, og viðurkenna, at tænastan aloftast er avgerandi fyri kundans val, at samstarva og handla við okkum.

Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú venda tær til ??lav Guttesen, tænastuleiðara, á tlf 290005.

Løn sambært avtalu.

Umsókn við lívsrensli og prógvi skal sendast til starv@grant.fo.

Umsóknarfreistin er 15. januar 2021.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder