Vinna

Tað eydnaðist heldur ikki í gjárkvøldið at fáa Hellutanga leysan

...

2021-07-26 08:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í gjár vórðu tvær royndir gjørdar at fáa Hellutanga leysan, ein á flóðini í gjáramorgunin og so aftur á flóðini í gjárkvøldið. Í gjáramorgunin var sett á afturendan á flakanum, men ikki bar til, so var roynt at seta fast framman, men heldur ikki tá bar til.

Tað vóru Brimil, Gøtunes, Samson og Pressarin, sum settu alla maskinorku teir hava, men Hellutangi vikaðist ikki. Um 11-tíðina í gjárkvøldið varð givist við royndini.

Hvat nú fer at henda vita vit ikki í løtuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder