JN

Tað búgva nú 3070 fólk í Vága Sýslu

...

2013-12-01 21:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Fólkatalið í Vága Sýslu økist spakuliga, tað búðu 3.070 fólk í Vága Sýslu 1. september í ár, móti 3.056 fólkum seinast í januar, tað er ein øking uppá 14 fólk higartil í ár.

Mest fólk búgva í Miðvági, har tað búgva 1.049 fólk, men fólkatalið í Miðvági er minkað við 10 fólkum higartil í ár.
Næstflest fólk búgva í Sørvági, har var fólkatalið 1.003 pr. 1. september, fólkatalið í Sørvági er økt við 14 fólkum higartil í ár.
Í Sandavági búgva 868 fólk, Sandavágur er triðstørsta bygd í Vágum, fólkatalið í Sandavági er økt við 12 fólkum higartil í ár.
Í teimum smærru bygdunum er ikki nógv broyting - sí myndirnar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder