Politikkur

Tað almenna skapar ongan vinning ??? tað ger vinnan

...

2014-03-11 03:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hermann Oskarsson hevði ein heldur hvassan blogg á síni persónligu heimasíðu.Við niðrandi orðum sum ???kraddaralyndið, ríkiskroppum og útvaldum føroyingum??? illgitir hann Bakkafrost fyri líkt og ólíkt. ??tsøgnin var kanska ikki so ópolitisk, tí Hermann Oskarsson stóð á vallistanum hjá tjóðveldi í 2011 og var ein av høvuðspersónunum í bókini ???Tey sóu reytt ??? víðgongdi vinstravongurin í Føroyum,??? ið gevur ábending um, hvar hann hoyrir heima hugsjónarliga, men hetta snýr seg ikki um hansara bakgrund. Harafturímóti snýr hetta seg um, hvussu týdningarmikið tað er at hava stórar og sterkar fyritøkur í Føroyum.

Vinnan veit

Føroyar eru vælsignaðar við góðum firðum, men tað er eingin sjálvfylgja, at samfelagið vinnur burtur úr firðunum. Tað krevur vitan og royndir. Laksurin skal alast. Fóðrast. Hann skal lúka heilsu- og lívfrøðiligar treytir. Tað verður ikki gjørt av sær sjálvum!

Tíbetur eiga vit dugnalig og framskygd fólk, sum sóu møguleikan við firðunum. Tey royndu seg fram, áðrenn tað eydnaðist.

Alivinnan

Tað er serliga vinningurin, sum Hermann Oskarsson finst at. Hann er sannførdur um, at alivinnan skal gjalda fyri firðirnar, tí tað eru tú og eg, sum eiga firðirnar. Tú og eg, sum skulu njóta ágóðan av, at onnur gera íløgur í firðum, har eingin laksur er. Men hann tekur ikki atlit til stóru kreppurnar, sum hava herjað seinastu tjúgu árini. Fyrr vóru nógvar alifyritøkur, men eingin gav avkast. Alt fór á heysin. Tá vinnan kom fyri seg aftur í 00-unum, kom ILA sjúkan, og alt fór aftur á heysin. Nú hevur alivinnan stóran vinning, men tað skal takast við fyrivarni, tí heilsufrøðiliga starvsstovan hevur boðað frá, at tey hava funnið spor av ILA-bakteriuni á føroysku firðunum. Um tað verður epidemi, skal vinnan hava stóran kapital, um teir skulu standa ímóti sjúkuni.

Vinnan dugir best

Eri samdur við Hermanni Oskarssyni í, at landið eigur firðirnar, men almenna umsitingin dugir ikki at ala laks. Reka fyritøku. Og hon dugir slett og aldeilis ikki at vinna pengar. Tað er bara privata vinnan, sum dugir at reka vinnu.

Men vit skulu millum annað liva av firðunum. Liva av tí, sum er rundan um okkum. Tað er tað, sum skal fíggja samfelagið. Tí er tað týdningarmikið, at vit geva teimum, sum duga at reka og gagnnýta firðirnar, frið at arbeiða. Teir skulu ikki gjalda óneyðuga nógv fyri tilfeingið, tí teir gjalda nógv frammanundan. Um vit hyggja at Bakkafrosti, gjalda teir skatt av vinninginum og vinningsbýtinum. Í krónum og oyrum snýr tað seg um hundraðtals milliónir krónur. Harafturat starvast gott og væl 600 fólk, sum gjalda lands- og kommunuskatt. Um vit halda fast vit Bakkafrost, útflyta teir fyri gott og væl tvær milliardir kr. um árið. Sostatt eri eg ósamdur við Hermanni Oskarssyni í, at Bakkafrost ikki gevur nakað aftur til samfelagið. Vinnan skal gera tað, sum vinnan dugir best. Vit, sum starvast í løgtinginum og almennu umsitingini, skulu skapa lógarverkið og neyðugu karmarnar, tí tað almenna skapar ongan vinning.

Tað ger vinnan harafturímóti.

Hanus Samró

Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder