Politikkur

Tá ið tað almenna er eigari ellu luttekur í virkiseindum

...

2014-08-13 00:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Frágreiðing um tað almenna sum eigari ella luttakari í ymiskum virkiseindum.

Fyrr í ár lat Landsgrannskoðanin løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um leiklutin hjá landinum í almennum partafeløgum, grunnum og øðrum virkiseindum. Frágreiðingin lýsir leiklutin hjá landinum í virksemi, sum ikki er við í fíggjarlógini og heldur ikki altíð er fevnt av reglum og fyriskipanum hjá landsfyrisitingini, hóast landið eigur ella luttekur í virkseminum.

Høvuðspartarnir í frágreiðingini eru:

·Reglur, ið galda í virkiseindunum

·Tilráðingar og meginreglur um, hvussu landið kann stýra og hava eftirlitið við eindunum

·Hvørjar eindirnar eru, ið landið eigur ella á líknandi hátt luttekur í

Evstu ábyrgdina av fyrisitingarliga virkseminum hjá landinum hevur landsstýrið. Karmarnir, ið galda fyri viðkomandi virksemi, eru avgerandi fyri, hvussu stóra ábyrgd landsstýrið hevur. Reglurnar fyri ávikavist stovnar, partafeløg og grunnar eru ymiskar. Felags fyri virkiseindirnar er tó, at tær verða stýrdar sjálvstøðugt av nevnd, stýri o.tíl. Sigast kann, at tess leysari ein eind er av landsfyrisitingini, tess færri streingir hevur landsstýrið at leika á.

Í frágreiðingini eru tilráðingar um viðurskifti, ið hava við virkisleiðslu at gera. Opinleiki og gjøgnumskygni verða tó nevnd sum neyðugar fortreytir.

Í frágreiðingini hevur Landsgrannskoðanin nøkur yvirskipað tilmæli, tey eru:

·Landið eigur at tryggja sær, at áhugamálini hjá landinum verða røkt á for­svarligan hátt, undir hesum at landið hevur ynsktu ávirkanina í mun til tann váða ella kostnað, landið átekur sær.

·Landið eigur at eftirmeta og taka støðu til, um endamálið við ein­støku virkiseindini er tíðarhóskandi, og í hvønn mun talan er um uppgávu hjá land­inum at eiga ella taka lut í.

·Tá ið kunngerð viðvíkjandi landspartafeløgum verður gjørd, eigur landið at umhugsa líknandi krøv til virkiseindir, ið ikki eru partafeløg, og sum eru umrøddar í frágreiðingini, harundir reglur um virkisleiðslu.

·Landið eigur at orða ein eigarapolitikk, sum fevnir um almenn partafeløg og aðrar virkiseindir. Ein tílíkur politikkur kann áseta, hvørjar virkis­eindir landið skal eiga, ella hvørjum landið skal taka lut í, endamál og ætlanir við virkis­eindunum, krøv viðvíkjandi leiðslu, úrslitum, o.s.fr.

·Landið eigur at gera eina árliga frágreiðing, sum tekur saman um virkiseindirnar, landið eigur ella á líknandi hátt luttekur í, tað skrivar Landsgrannskoðanin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder