Mentan

Systrar bjóða til móttøku í sambandi við nýggja fløgu

...

2014-10-16 15:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Allar eru tær royndir sangarar, bæði tá tað kemur til solosang, kórsang og í øðrum

samanhangi. Fleiri hava tær gjørt løg og skrivað tekstir í hópatali, eins og verið við í

nógvum framførslum og tónleikaútgávum. Nú hava tær fyrstu ferð givið egna fløgu út

undir sjálvsagda heitinum "Systrar", sum í hesum døgum fæst í sølubúðunum kring

landið. Móttøka í sambandi við útgávuna verður í Evangeliihúsinum leygardagin

millum klokkan 15 og 17, har systrarnar millum annað fara á pall at framføra nakrar av

nýútkomnu sangunum.

Ein nýggj og spennandi føroyska fløga er í hesum døgum komin í sølubúðirnar. Talan er um

bólkin ???Systrar???, ið eru komnar við síni fyrstu fløguútgávu, sum í stóran mun inniheldur egin

løg og tekstir.

Tað eru tær tær fýra systrarnar, Anna Sofía Mellemgaard, Margit Justinussen, Linda

Petersen og Rakul Petersen, sum allar eru royndar innan sang og tónleik, ið hava gjørt

gamla dreymin til veruleika at geva út sína egnu fløgu.

Í sambandi við fløguútgávuna verður móttøka í Evangeliihúsinum leygardagin 18. oktober frá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder