2014-10-16 15:59
"Syngi við" kvøld, saman við "Harmonikuvinum", verður í Missiónshúsinum í Leirvík leygarkvøldi 18. oktober.
Umleið 15 harmonikur koma at spæla saman við klaveri, guitar, bassguitar, mandulin og trummum.
Fólkið fær sjálvandi eisini høvi at syngja saman við spælarunum. Vit koma at syngja nógvar, góðar og kendar andaligar sangir. Tað er ikki neyðugt at hava sanghefti við, tí sangirnir verða vístir uppá veggin.
Eisini verður ein stutt andakt við Vagn Foldbo.
Sangløtan byrjar kl. 19 og varir ein góðan tíma.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin at verða við til ???syngi við kvøldið???. Høvið verður eisini at fáa ein kaffimun eftir sangin.
??ll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald