Vinna

Sverri sleipaði Líðarklett á Vestmanna

...

2020-06-26 22:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 14:19 seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at útróðrarbáturin Líðarklettur hevði fingið motortrupuleikur, báturin var tá staddur 1. fj. norður úr Barðinum á Vágoynni.

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Sverra hjá Vága bjargingarfelag. Sverri var á Miðvági tá ið boðini komu, og var hjá Líðarkletti klokkan 15:05.

Sverri sleipaði Líðarklett til Vestmannar, og vóru teir á Vestmanna við Líðarkletti klokkan 18:08.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder