Ítróttur

Svenning Reinert hevur riðið kapp í 65 ár

...

2014-07-23 01:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Kappríðingin á ólavsøku er sannur hátíðardagur hjá reiðfólkum. Men hjá einum reiðmanni er hendan løtan tó størri enn hjá teimum flestu. Hendan dagin fyri 65 árum síðani reið Svenning Reinert sína fyrstu kappríðing og hevur hann riðið kapp hvørt ár síðani. Svenning Reinert ið nú er vorðin 78 ára gamal, var fyrstu ferð við til kappríðing í 1949. Tá var riðið úti á gamla Velbastaðvegnum og málið var áraka á krossinum, har sum Landavegurin og Velbastaðvegurin møttust.

Hetta árið gjørdist Svenning nr. 2 í sínum flokki, hann reið á hestinum ??rvaodd sum farbróðurin Tummas átti. Árið eftir skuldi teir báðir aftur royna seg á ólavsøka, men tá bleiv ??rvaoddur ákoyrdir av einum lastbili sjálva ólavsøkuaftan. Hesturin kom livandi frá óhappinum, men kundi sjálvsagt ikki renna kapp dagin eftir. Svenning gjørdi tó ikki mætari enn at lána ein hest frá Hera Jensen, hesturin var óskøddir, men skjótt var gjørt av, hann fekk skógvar undir og klárt var. Hesturin ið nevndist Sjeik rann so mikið væl, at hann bar Svenning á mál til eina fyrstu virðisløn. Hetta í einari minniligari kapping sum nógvar søgur eru fortaldar um seinni.
Nú var so fyrsta, fyrsta virðislønin hjá Svenningi komin undir land, síðani tá eru tó nógvar komnar afturat í skjáttuna hjá stillføra manninum úr Norðadali.

Svenning sigur at tað eru bert tvær ólavsøkukappríingar, ið eru dotnar burturímillum hjá honum øll hesu árini, tey árini hevur hann verið til skips. Men hann hann hevur tó luttikið í kappríðing á hvørjum árið.
Spurdir um hvussu ofta hann hevur verið á baki til kappríðing, sigur Svenning at tað man liggja um einar 200 kappingar. Hann sigur víðari, at sjálvt um kappríðing verður mettur sum ein harður ítróttur, hevur hann ongantíð verið í nakrari vandastøðu og vil hann viðmæla øllum ið hava møguleika til tess at royna hetta.
Vit spyrja sjálvandi eisini Svenning hvussu leingi hann ætlar at halda áfram at ríða kapp, Svenning er skjótur at svara, at hann veit at einaferð má hann leggja árarnar inn. Men enn tekur hann so eina kapping í senn, og at so leingi heilsan og hugurin er har, ætlar hann at halda áfram.

??lavsøkuaftan í ár verður eisini serlig fyri Svenning Reinert, hann hevur fingið heiðurin at ríða fremst í ólavsøkuskrúðgonguni. Føroymeistarin í tvíspor árið fyri, hevur vanliga tann heiður at bera flaggið, men Zacharis R. Jakobsen hevur sjálvboðið latið flaggið til Svenning, hetta fyri at kunna hátíðarhalda hendan merkisdag við 65 árum í kappríðing.

Svenning fer til skrúðgonguna við sínari egnu ryssu, hon eitur Brynja, er 19 ár og gult blandingsross. Hetta er sama rossið sum Svenning fer at ríða kapp við ólavsøkudag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder