2017-08-23 13:35
Svenning Reinert, sum hevur riðið kapp í meira enn 60 ár, hevði undan kappingini boðað frá, at hetta var hansara seinasta kappríðing har hann kappast í Vágum.
Eftir kappríðingina blivu heiðursmekir handað til øll sum høvdu vunnið, og til síðst bleiv Svenning Reinert heiðraður, Vága Ríðingafelag handaði Svenningi gávu, sum tøkk fyri, at hann hevur luttikið í kappingunum hjá Vága Ríðingafelag øll tey mongu ár.
Kappingin var seinasta leygardag, vit skrivaðu um kappingina 19. august - HYGG HER - men av tí at vit hava havt trupulleikar við myndunum, so leggja vit allar myndirnar út nú - sí niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald