2014-07-31 01:19
Tað var sannur hátíðarrómur á ríðibreytini í gjár. ÍSF hevði avgjørt at lata Svenning Reinert silvurmerkið hjá ÍSF, sjálvur ÍSF forsetin Petur Elias Petersen var komin at handa merkið. Hann segði nøkur orð har hann m.a. gav Svenning heiður fyri sítt langa tíðarskeið innan kappríðing.
Kappingin í dag var 65 ára hald hjá Svenningi í hesi ítrótt, hetta man uttan iva vera met í føroyskum ítróttarhøpi.Svenning er fyrsti reiðmaður í Føroyum ið vinnur hendan heiður.
Mynd og tekstur: Brandur í Dali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald