2014-01-31 21:07
Tað er óveður sunnanfyri á svartkjaftafeltinum - á uml. 60N og 8V - har 7 føroysk og 3 russisk skip eru stødd í løtuni. Skipini liggja øll bakk í dag.
Vánaliga veðrið kemur at halda á allan morgindagin eisini, men sunnudagin minkar vindurin.
Nakrir feskfiskatrolarar eru úti enn - Niels Pauli og Steintór eru vestanfyri, Lerkur og Rókur eru á Sandoyarbankanum ímeðan Bakur/Stelkur, Ametyst/Jaspis og Eysturbúgvin/Vesturbúgvin eru staddir eystur úr Fugloynni.
Beinisvørð, sum hevur roynt norðanfyri, siglir inn undir land.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald