Vinna

Svartkjaftaskipini hava góðan fiskiskap

...

2015-01-02 17:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Tey fystu svartkjaftaskipini loystu longu 2. jóladag, tey hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har eisini fleiri russisk skip eru stødd.
Fiskiskapurin hevur verið góður, Tróndur í Gøtu siglir inn, teir hava fiskað í 4 døgn og hava fult skip - uml. 2.750 tons.
Av tí at ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið verður gjørt á Havsbrún hesa vikuna, tekur Havsbrún ikki ímóti fiski fyrrennn í komandi viku, tí fer Tróndur í Gøtu til Ísland at landa, teir skúlu landa á Fáskrúðsfirði - Tróndur verður á Fáskrúðsfirði fyrrapartin í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder