Mentan

Súsanna O. Skaale signerar nýggju bók sína í Sandavági

...

2013-11-21 01:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Seinnapartin í dag signeraði Súsanna O. Skaale nýggju bók sína Um bara hann sló meg í hugnaliga skógvahandlinum Pastell í Sandavági.

Bókin er fimm frásagnir úr Kvinnuhúsinum - har Súsanna O. Skaale arbeiðir.

Suni Poulsen, sálarfrøðingur, skrivar um bókina:

"Við Um bara hann sló meg hevur Súsanna O. Skaale skrivað eina týdningarmikla bók, ið vísir hvussu harðskapur í parløgum sær út í veruleikanum. Eitt meira nuanserað fyribrygdi, enn tey flestu halda.

Røddinar, ið lýsa evnið, eru yvirlivarar og hjálpandi eldsálir - og boðskapurin er sostatt vónríkur. Bókin vísir, hvussu vit kunnu finna okkum sjálvum og hvørjum øðrum ein veg út ur harðskapi.

Harumframt er hon sera væl skrivað.

Stutt sagt ein neyðug fragd at lesa."

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder