Hans Andrias Jacobsen, Annika Malunardóttir og Jákup Eli Joensen verða við á ársins Summar Festivali í Klaksvík.
Tey trý hava á ymsan hátt gjørt vart við seg í føroyskum tónleikalívi og verða við á landsins størsta tónleikatiltaki, sum verður hildið í døgunum frá 6. til 8. august.
Hans Andrias
Stjørnuskotið úr Klaksvík hevur ment seg til ein dugnaligan sangskrivara og framførara. Hans Andrias hevur spælt til nógv størri og smærri tiltøk seinastu árini, og allastaðni er tað púra eyðsýnt, at hann hevur eitt óvanligt talent.
Hans Andrias syngur framúr væl, hann spælir væl gittar, og so hevur hann eisini ment seg nógv sum sangskrivari. Hann hevur í ár verið í studio og innspælt nýggjar sangir, og á Summar Festivalinum fer hann at spæla nakrar av hesum sangum umframt onkran, sum hann áður hevur givið út.
Stílurin hjá Hans Andriasi er amerikana rokkur og myrkur fólkatónleikur, og afturat sær hevur hann bólk við fýra tónleikarum.
Annika
15 ára gamla Annika Malunardóttir er ein av nýggju tónleikarunum, ið hevur gjørt vart við seg í ár. Annika hevur givið sangin ???Life??? út, og hon hevur havt einstakar framførslur.
Annika fer á Summar Festivalinum at framføra á pallinum á Torginum, og hon fer at tríva í sangir, sum hon hevur skrivað.
Summar Festivalurin er fegin um at bjóða hesa nýggju og spennandi songkvinnuna á festivalinum fyri fyrstu ferð.
Jákup Eli
Jákup Eli Joensen fekk sítt stóra gjøgnumbrot sum tónleikari, tá ið hann útgav sangin Vanja, sum var eitt av størstu hittunum í Føroyum í 2011. Sangurin varð kosin Ársins sangur á Planet Awards hetta árið.
Jákup Eli hevur verið sera virkin sum sangskrivari, og hann hevur støðugt givið tónleik út síðani 2011.
Í ár verður Jákup Eli at hoyra á Summar Festivalinum, har hann fer at spæla sangir, hann hevur skrivað gjøgnum árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald