Vinna

Styttri tíðarskeið við dagpengum virkar

...

2013-10-14 18:39 Author image
placeholder

 Hetta er niðurstøðan í donsku vísmannafrágreiðingini.

Vísmenninir hava kannað, hvussu tað 2-ára langa dagpengatíðarskeiðið ávirkar, hvussu tey tøku søkja størv. Kanningarnar vísa, at nýskipanin av donsku dagpengaskipanini hevur fingið tey tøku at søkja breiðari og meiri nágreiniliga við tí avleiðing, at tey skjótari fáa starv aftur.

Frágreiðingin vísir eisini, at tøk í stóran mun fáa størv sama veg, sum tey, sum longu eru í starvi. Tað vil siga gjøgnum netverk og vanliga starvssøkjan.

Í hesum sambandi staðfestur stjórin í Dansk Arbejdsgiverforening, Jørn Neergaard Larsen, at eins og aðrar frágreiðingar vísir frágreiðingin hjá vísmonnunum, at tað var rætt at stytta dagpengatíðarskeiðið.

Kelda: da.dk og Vinnuhúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder