Lýsing

Stýrimenn (M/K) til Atlantic Airways

...

2019-08-07 15:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Okkum tørvar stýrimenn (M/K) til at ??úgva okkara Airbus 319/320/320neo. Talan er um fast starv.

Sum stýrimaður (M/K) hjá Atlantic Airways fært tú møguleikan til at royna teg í einum avbjóðandi og spennandi starvi.

Tú mást búgva og kunna røkja starvið antin úr Føroyum ella Danmark, og tað má vera lætt hjá tær at møta á ??ogvøllinum til skiftandi arbeiðstíðir.

Tín uppgáva verður, saman við okkara vandu ??og­­­skip­arum og stýri­monn­um, á ein profession­ellan hátt at halda tey høgu krøv, tænastur og væntan­­ir, sum verða sett til Atlantic Airways.

 

TÍNIR EGINLEIKAR

Tú ert ábyrgdarfull/ur og arbeiðir málrættað og professionelt. Tú ert broytilig/ur (fleksibul), og tú dugir at arbeiða undir trýsti, eins og tú trívist við at starv­ast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar.

Tú skalt kenna til føroysk viðurskifti og hava loyvi at búgva og arbeiða í Norðurlondum og EU.

 

KR??V

Umsøkjarar skulu hava eitt av hesum prógvum:

ATPL(A)

MPL(A)

CPL(A), við ATPL-teori og MCC-prógvi

Í øllum trimum førum skalt tú hava eitt galdandi IR(A)ME, eitt General Flight Radiotelephone Ope­rator Certificate (GEN) og ICAO Language pro­ficiency við stig 4 í enskum.

Tú skalt vera skúlað/skúlaður at kunna ??úgva okkara Airbus 319/320/320neo.

Harafturat skalt tú hava reina revsiváttan.

 

ARBEIÐSTÍÐIR OG -STAÐUR

Byrjanarsamrøður verða hildnar í september 2019, og endaliga valið av stýrimonnum verður í sep­tember/oktober 2019.

Starvið er við støð í Føroyum ella Danmark. Løn og dagpeningur eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya.

Tá ið byrjanarsamrøðurnar og valið av stýrimonn­unum eru av, skulu tey valdu gjøgnum eina roynd, sum snýr seg um týdningin av at arbeiða gjølla, skjótt og neyvt. Eisini verður ein persóns­greining gjørd. Við støði í hesum, sam­an við byrjanarsamrøðunum, verð­ur tað okkara úrvals­nevnd ??? møguliga við ??eiri starvs­samrøðum ??? sum velur og ger til­mæli til leiðsluna um skikkaðar umsøkjarar. Í úrvalsnevndini sita HR-leiðarin, ??og­ovastin, ??og­­stjórin, venjingarleiðarin og eitt um­boð fyri ??og­skipararnar.

 

UMS??KNIR

Hevur tú hug at søkja starv sum stýrimaður, vina­liga send eina skrivliga umsókn saman við lívs­rensli (CV), mynd, prógvum og viðmælum til [email protected]

 

VILT T?? VITA MEIRA UM STARVIÐ?

Set teg so í samband við Sámal Danielsen, flog­ovasta, á telduposti [email protected] ella tlf. 21 39 13 ella Elin Sigvardsen, HR-leiðara, á teldu­post [email protected] ella á tlf. 21 37 02

Umsóknarfreistin er tann 30. august 2019.

 

UM OKKUM

Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað og tænastu­sinnað starvsfólk í nógvum ymsum starvs­bólkum. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa trygg­leika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutu­net við Føroyum sum hornasteini, og eina framúr góða tænastu.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder