2017-05-06 15:09

Nú klokkan 16 byrjaði grundlógaravhoyring í málinum um mannin, sum í nátt var stungin fleiri ferðir við Landavegin í Havn.
Tað blivu tveir mans handtiknir stutt eftir hendingina í nátt, og sambært portal.fo, so eru teir báðir millum 25 og 30 ár. Tann særdi er miðskeiðis í 30'inum, sambært teimum upplýsingum vit á jn.fo hava.
Sum skilst er tann særdi stungin fleiri ferðir og hevði løstir umframt, at hann bløddi illa. Støðan var kritisk og maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið beinanvegin. Hvat fyri vápn er brúkt til at stinga mannin við, er ikki greitt enn, skrivar portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald