Politikkur

Stuldur av fólkaflokskanning

...

2014-06-14 03:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
??ssur Winthereig: Sjáldan at eg eri samdur við Jógvan á Lakjuni, men eg eri samdur við hann um, at Kringvarpið hevur misbrúkt eina kanning, sum fólkaflokkurin hevur keypt frá Lóðri.
Kringvarpið hevur í einum trimum-fýra tíðindasendingum lisið beinleiðis úr kanningini og kanska partvís lagt egnar tulkingar inn í úrslitini.
Eg havi einki ímóti - og havi gjørt tað fleiri ferðir - at brúka tilfar, sum antin er likið ella stolið, men tá krevst, at tilfarið hevur serligan samfelagsligan týdning, sum kann grunda brúkið. Tað krevst eisini - eftir mínum tykki - at tilfarið ikki kann útvegast á annan hátt.
Í hesum førinum er bara talan um reinan stuldur av tilfari, sum ein annar hevur goldið fyri og hevur upphavsrætt til.
Kringvarpið hevur orðað seg nakað soleiðis, at kanningin er komin okkum í hendi, men hvat so? Tað er ikki tað sama, sum at tað skal brúkast.

Les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder