
Starv sum námsfrøðingur er leyt at seta frá 1. februar til 27. juni 2019 at rokna:
Eitt starv við setanarbroti á 0,65 eru leyst at seta frá 1. februar 2019. Stuðulin verður knýtturat næmingum við serligum tørvi í grunddeildini, miðdeildini og hádeildini.
Skúlanum tørvar einum stuðli, ið er arbeiðshugaður, nærlagdur, tekur ábyrgd,samstarvshugaður og sær møguleikar.
Tann, ið settur verður í stuðulsstarvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir, sumstuðul. Um eingir námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.
Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar ístarvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00 til næmingarnir fáa fríð eftirdøgurða.
Lønar- og setanartreytir:
Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini er sáttmálasett starv sambært sáttmálamillum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og eru lønt sambært sáttmála millumFíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20 (frá11-21 frá 1.oktober 2018). Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.
Umsóknir:
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 11. januar kl. 12.00.
Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:
Skúlin á Giljanesi
á Giljanesi 2
360 Sandavágur
Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425, ella við at senda einteldupost til [email protected]
Um skúlan:
Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga Inni á Giljanesi og 1. og 2.flokkur ganga í Bygdaskúlanum í Miðvági. Um 320 næmingar ganga í skúlanum, og 35 lærarar,námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.
Skúlin á Giljanesi byggir á tríggjar súlur: Stundvísi, háttvísi og øðrvísi.
Stundvísi merkir, at gera tingini til tíðina. Virða tann partin ið krevur av okkum, at tíðin ???hvørttalan er um minuttir ella ár- er ein avmarkandi faktorur og karmur í okkara arbeiði.
Háttvísi er eitt nýtt orð á føroyskum. Tað hevur enn ikki hevur funnið vegin inn í orðabókina.Háttvísi merkir, at vit duga at gera tingini á rættan skynsaman hátt. Men tað merkir eisini, atvit læra okkum nýggjar hættir at loysa uppgávur, tá kendir hættir ikki roynast nóg drúgvir ellanóg drúgvir.
??ðrvísi merkir dirvi til at hugsa sjálvstøðugt. Dirvi at gera tað, vit meta vera rætt. Dirvi at setaspurnartekin við vanar. Dirvi at fara út um rammuna. Við hvørt finnur mann so útav, at vaninveit best, men tora vit ikki at leita og fregnast í tí ókenda vaksa vit ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald