Vestmanna Bygdarráð hevur sett sær fyri at økja enn meira um trivnaðin og samanhaldið í bygdini. Bygdarráðið hevur samtykt at fara undir vetrarfriðing, spæliplássið í Heygalíð er um at vera liðugt, ábøtur verða gjørdar á gøtur og vegir. Og harumframt eru javnan trivnaðartiltøk í bygdini.
Nú ber til hjá vestmenningum sjálvum at gera sítt til at økja um trivnaðin við m.a. at fríðka um býlingar og øki í bygdini. Tað veri seg at gera øki til at hugna sær í, smærri spælipláss, gróðurseting ella okkurt heilt annað.
Vestmanna Bygdarráð hevur sett kr. 50.000 av á fíggjarætlanini fyri 2014 fyri at stuðla átøkum, sum eru við til at økja um trivnaðin í bygdini. Verður stórur áhugi fyri átakinum, er ætlanin at játta pening aftur á fíggjarætlanini komandi árini.
Til ber hjá einstaklingum, bólkum og feløgum heimahoyrandi í Vestmanna at søkja um stuðul. Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað.
Umsóknarblað og reglugerð kunnu heintast við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri ella við at venda sær til Vestmanna Kommunu.
Reglugerð
Umsóknarblað
Freistin at søkja um stuðul er 1. apríl 2014.
Umsóknir skulu sendast til:
Vestmanna Kommunu
Bakkavegur 8
Postboks 91
355 Vestmanna
Ella við telduposti til [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald