2014-03-24 14:01
Játtan er sett av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til film.
Stuðulin verður játtaður til einstaklingar, bólkar ella feløg.
Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir søgu- og hugskotsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu.
Játtanin er kr. 500.000.
Mentamálaráðið tilskilar sær rætt til ikki at luta alla játtanina út í hesum umfari. Um so er, verður eitt umsóknarumfar lýst seinni í ár.
Freistin at søkja er 2. mai 2014
GG! Stuðulin verður játtaður við fyrivarni fyri, at uppskot um broyting í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m. verður samtykt, so heimild eisini verður at stuðla filmi av hesi játtan.
Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarblað við vegleiðing er at finna á heimasíðu okkara undiroyðubløð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald