2014-03-26 17:37
Nú ber til at søkja um stuðul til tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjar. Almannamálaráðið umsitur játtanina, sum í 2014 er 710 tús. kr.
Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning.
Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað og reglugerð eru til taks á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum, www.amr.fo, ella við at venda sær til Almannamálaráðið.
Freistin at søkja um stuðul er 4. apríl 2014.
Umsóknir skulu sendast til:
Almannamálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Ella: [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald