2014-03-24 01:26
LV.fo:
Lýsing Sum liður í framtíðar samstarvinum millum Handilsskúlan á Kambsdali og Studentaskúlan og HF-skeiðið í Eysturoy, er ynski at savna umsitingina og felagshentleikarnar undir einum taki. Sum er, eru høliumstøðurnar á skúlunum ikki nøktandi, og har er ikki pláss fyri øllum næmingunum. ??tbyggingin skal tryggja, at framtíðar hølistørvurin verður nøktaður. Fyri at savna virksemið undir sama taki og somuleiðis fáa virkseminum og starvsfólkum og næmingum hóskandi umstøður at arbeiða undir, er neyðugt: 1. At gera eina umskipan og nýggja innrætting av verandi bygningum. 2. At víðka um verandi bygningar. Talan er sostatt um eina um- og útbygging, sum skal taka hædd fyri verandi bygningum - bæði byggilistarliga og byggitøkniliga - umframt at um- og útbyggingin hevur til endamáls at víðka um karmarnar, soleiðis at næmingar og starvsfólk fáa nøktandi arbeiðsumstøður. |
Støðan Mars 2014: Fyrireikingarnar til um- og útbyggingina av Handilsskúlanum og Studentaskúlanum á Kambsdali eru nú komnar so langt, at tað verður klárt at fara undir sjálvt byggiarbeiðið medio juni 2014. Arbeiðið verður boðið út í fakarbeiðstøkum medio apríl 2014. |
Fakta Byggiánari: Mentamálaráðið Byggiharri: Landsverk Ráðgevi: Kontrast Tekniskir ráðgevar: LBF, Sofus M. Jakobsen Arbeiðstakarar: ikki avgjørt enn Tíðarætlan: Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt til várs 2015 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald