Í morgun hava Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, og Maria Damanaki, evropanevndarlimur í fiskivinnumálum, sum lið í almennu vitjan fiskimálaráðharrans, hildið fund í søguligu hølunum hjá Evropatinginum í grikska høvuðsstaðnum Athen.
Høvuðsevnið á fundinum var framtíðar umsiting av uppsjóvar fiskasløgum í Norðuratlantshavi, nevniliga, norðhavssild, svartkjafti og makreli.
Fiskimálaráðharrin og evropanevndarlimurin váttaðu fyri hvørjum øðrum, at sildastríðið er nú loksins lokið og at viðurskiftini millum Føroyar og ES eru aftur grundaði á friðarliga samtilveru, har fiskiskip teirra kunnu fiska á havleiðunum hvør hjá øðrum.
Eisini vóru tey samd um at virka fyri einum sjálvberandi fiskiskapi í Norðuratlantshavi við støði í vísindaligum tilráðingum.
Harumframt vóru tey samd um, at skal málið um ein sjálvberandi fiskiskap í Norðuratlantshavi røkkast, mega Føroyar og ES ganga á odda í einum strategiskum samstarvi til tess at savna øll strandarlondini saman í eina felags samráðingartilgongd í heyst, har nýggjar semjur verða royndar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald