
???Fólk á ferð??? eitur nýggja blaðið hjá Strandfaraskipum Landsins, sum ferðafólk nú kunnu stytta sær um stundir við í bussum, skipum og á farstøðum. Blaðið er 32 síður og umrøður nógv ymisk viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Strandferðsluni.
Í blaðnum verður m.a. upplýst, at Strandferðslan við skipum og bussum flytur 1,2 milión fólk um árið. Størsta sjóvegis farleiðin er Suðuroyarleiðin, sum førdi 222.896 ferðandi millum Krambatanga og Havnina í 2015. Størsta bussleiðin er leið 400, sum flutti 143.268 ferðandi.
???Strandferðslan kunnar nógv um fráferðir í miðlunum og á heimasíðuni, serliga tá okkurt er á vási. Við nýggja blaðnum fegnast vit um eisini at kunna greiða frá meira yvirskipaðum viðurskiftum í sambandi við okkara virksemi,??? sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.
Í fyrstu útgávuni verður m.a. greitt frá, hvussu umfatandi virksemið hjá Strandferðsluni er, hvat ið virksemið kostar, at nýggjur HR-leiðari er settur, at Smyril hevur skift frá tungolju til gassolju, og at nýggju tyrlurnar hjá Atlantsflogi kunnu skapa nýggjar møguleikar á útoyggj.
Eisini verður tosað við starvsfólk, sum hava starvast á Strandferðsluni í meira enn ein mansaldur. Tórfríð Johannesen greiðir frá, hvussu tað er at halda skansan á rutuupplýsingini á Farstøðini, og Petur Winther og Magnus Hjelm hava júst havt hvør sín 40 ára starvsdag.
???Blaðið er eitt royndarátak, og eydnast tað væl, halda vit fram við tí. Strandferðslan røkkur út í hvønn krók í landinum, og nógvar søgur kunnu tí sigast í blaðnum, ikki bara um okkum, men eisini um m.a. bygdir, oyggjar, ferðavinnu, náttúrufyribrigdi og søgu í Føroyum,??? sigur Hilmar Eliasen.
Tey sum hava hug at ogna sær eitt eintak av blaðnum, ið er ókeypis, eru vælkomin umborð á okkara bussar og skip at fáa sær eitt eintak.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald