JN

Strandarhondbóltur í Sandagerði

...

2014-07-22 17:14 Author image
placeholder

Aftur í ár verður skipað fyri kapping í strandarhondbólti, hesaferð í Sandagerði tann 26. juli. Tað eru Kyndilsleikararnir David Edvardsen, Finnur Hansson, Josef Abrahamsen og Bjarni Sørensen, sum hava tikið stig til kappingina. Kappingin verður skipað í tríggjar bólkar: Ein harra-, ein kvinnu- og ein mix-bólkur. Tað vil siga, at mannfólkini hava eina kappingin sínamillum, tað sama hava kvinnurnar, meðan í mix-bólkinum kann man hava eitt blandað lið við hægst tveimum leikarum úr bestu deildini.

Fleiri góðar vinningar verða til vinnararnar av hvørjum bólki og vera eisni vinningar lætnir til liðið, sum hevur flottastu spæliklæði. Eisini verður ein vinningur til skjótasta liðið á sandinum í stafettrenning. Drekka og matsølu verður á staðnum.

Seinasta freist at melda til kappingina er 18. juli og kostar 600 kr. fyri hvørt liðið. Hvørt lið skal hava ein liðskipara/kontaktpersón, sum samkiftir við fyriskipararnar av kappingini. Eitt lið er minimum 4 og max 8 leikarar. Tilmeldingin fer fram við at skriva til [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder