2014-06-18 03:30
Størv á Skúlanum á Giljanesi
lýst leys at seta 1. august 2014 - Endurlýsing
Námsfrøðingar ella hjálparfólk tíðaravmarkað skúlaárið 2014-2015
2 -møguliga 3- størv sum stuðlar, á 20 tímar um vikuna, skúlaárið 2014/15 til næmingar við serligum tørvi. Ein stuðul til ein drong í hádeild, ein stuðul til toymið um tveir dreingir í grunddeild og møguliga ein stuðul til gentu í miðdeild.
Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru nærlagdir, samstarvshugaðir og síggja møguleikar.
Tey, ið sett vera í stuðulsstørvini skulu hava námsfrøðiliga útbúgving. Um eingir námsfrøðingar søkja, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv.
Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum.
Lønar og setanartreytir
Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og tíðaravmarkað til skúlaárið 2014/2015
Umsóknir
Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast sum pdf til [email protected] í seinasta lagi mánadagin 23. juni 2014 kl. 12.00.
á Giljanesi 07/06 - 2014
Regin Marnersson
Skúlastjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald