Í 2012 keyptu vit fyri 2,2 mia. kr.í tænastum uttanlands. Hetta er tað sama sum í 2011, men ein vøkstur upp á 1 mia. kr. síðani 2005. Í sama tíðarskeiði er sølan av tænastum til útlandið bara vaksin við 0,5 mia. kr. Hetta sæst í frágreiðingini niðanfyri um keyp og sølu av tænastum millum Føroya og útlandið. Sjálvt um um keyp og søla av vørum er nógv tann størsti parturin av gjaldsjavnanum, so telja keyp og søla av tænastum væl við. Keyp av tænastum uttanlands svarar til 22% av samlaðu útreiðslunum á gjaldsjavnanum, og søla av tænastum uttanlands svarar til 12% av samlaða inntøkunum. Ein tann størsti vøksturin í keyp av tænastum uttanlands er keyp av tænastum til teldutøkni og kunning. Her er síðani 2005 ein vøkstur upp á næstan 500%. Í alt keyptu vit tænastur til teldutøkni og kunning uttanlands í 2012 fyri 140 mill. kr. Hetta er ikki avgerandi stórur partur av samlaða keypinum uttanlands, men hetta er parturin við størsta vøkstrinum. Størsti parturin av tænastum, sum vit keypa og selja uttanlands, er flutningur av ymsum slagi. Seinastu 3 árini hava vit keypt munin meiri í útlandinum, enn vit hava selt. Í 2008 seldu vit fyri meiri enn 600 mill. kr., men í 2012 var hetta minkað niður í 400 mill. kr. Samstundis er keyp av flutningstænastum uttanlands vaksið úr 370 mill. kr. í 2009 upp í 600 mill. kr. í 2012. Vit keypa fleiri og fleiri tænastur uttanlands Inn- og útflutningur av vørum er nógv tann størsti parturin. Innflutningurin einsamallur er 66% av keypinum uttanlands og útflutningurin er 59% av søluni uttanlands. Umframt vørur og tænastur eru eitt nú inntøkuflytingar millum Føroyar og umheimin partur av gjaldsjavnanum, m.a. lønir, sum føroyingar tjena uttanlands, og lønir, sum útlendingar tjena í Føroyum. Inn- og útflutningur av vørum verða uppgjørdur mánaðarliga og viðgjørdur kvartalsliga. Í hesi frágreiðingini verður hugt nærri eftir tænastupartinum á gjaldsjavnanum. Hvørjar tænastur selja vit uttanlands og hvørjar keypa vit. Tænastuveitingarnar á gjaldsjavnanum verða bólkaðar sum:
|
|
Her sæst, hvussu gongdin hevur verið í inn- og útflutningi á vørum og tænastum síðani 2001. Vit keypa fleiri og fleiri tænastur uttanlands, men sølan av tænastum til onnur lond stendur í stað. Grafurin og talvan frammanfyri vísa, at vit í 2012 keyptu tænastur uttanlands fyri 2,2 mia. kr., men seldu tænastur fyri bara 1,1 mia. kr. Seta vit keyptar og seldar tænastur upp móti hvøjrum øðrum, sæst, at tænastujavnin síðani 2005 hevur verið eitt hall millum 0,5 og 1 milliard krónur. Gongdin í inn- og útflutninginum er, at innflutningurin (tvs. keyp av tænastum úr útlondum) er vaksin við 61% og útflutningurin (sum er søla av tænastum) er vaksin við 46%.
|
|
Hesar tænastur umfata allar tænastuveitingar, ið hava tilknýti til flutning av farmi og ferðafólki umframt útleigan av skipum ella flogførum við ella uttan manning. Annar flutningur er flutningstænasta úti í heimi í samband við arbeiðsørindi. Flutningstænasturnar eru tann størsti einstaki bólkur av tænastum, tá ið inntøkur og útreiðslur verða gjørdur upp á gjaldjavnanum. ??tflutningurin er 35 % og innflutningurin 27% av samlaðu tænastunum. Gongdin síðani 2005 til 2012 er, at inntøkur og útreiðslur eru vaksnar við ávikavist 61% og 152%. Meginparturin av inntøkunum og útreiðslunum í hesum bólkinum stava frá ferðafólka- og farmaflutningi umframt leigu av flutningstólum við manning, tvs. skip, flogfør, tyrlur o.l.
|
|
Hesin bólkur er eisini ein týðandi partur av uppgerðini av tænastunum mótvegis útlondum. Í mun til samlaðu tænasturnar er hesin bólkur tann næststørsti, har inntøkurnar viga við 17% og útreiðslurnar við 23%. Gongdin hevur verið rættiliga støðug síðani 2005 og til 2012.
|
|
Inntøkurnar frá byggitænastum í útlondum eru vaksnar við heili 687% í tíðarskeiðnum 2005 ??? 2012, og er tað serliga frá 2011 til 2012, at øgiligur vøkstur var í inntøkunum. Keyp av byggitænastum uttanlands er í tíðarskeiðnum 2005 ??? 2012 vaksið við 34%, men vert er at leggja merki til árini 2007 til 2009. Í 2009 keyptu vit byggitænastur fyri 311 mió. kr., og er hetta 58% meiri enn í 2012.
|
|
Operationel leasing ella leiga er leasing, leiga og chartring av skipum, flogførum, maskinum, bilum og øðrum flutningsútbúnaði umframt kopimaskinur, hølir og goymslur. Gjald fyri manning og arbeiðsløn er ikki partur av uppgerðini av hesari tænastu. Av inntøkunum í 2012 komu 155 mió. kr. ella gott 70 % frá operationellari leasing ella leigu. Av útreiðslunum vóru 85 % frá operationellari leaseing ella leigu, løgfrøði, roknskapi og umsiting. Gongdin í bólkinum hevur verið svingandi, tí inntøkurnar lækkaðu í 2005 ??? 2007 og eru síðani hækkaðar aftur munandi. Vøksturin fyri alt tíðarskeiðið er 1,5%, og merkir tað, at stigið er nú tað sama sum í 2005. ??treiðslurnar eru vaksnar nógv hetta sama tíðarskeiðið. Vøksturin er 148% samanborið við 2005. Marknaðarføring, gransking og menning og at enda verkfrøði, tøknilig ráðgeving, arkitektar o.l. standa fyri restini av inntøkunum og útreiðslunum í hesum bólkinum. Tøl fyri hesar bólkar eru at finna á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya.
|
|
Tænastur til teldutøkni, kunning, samskifti, royalty og lisensgjøld eru vaksin nógv hesu seinnu árini. Bæði inntøkur og útreiðslur eru hækkaðar við ávikavist 27% og 170% síðani 2005. Tað er serliga keyp av tænastum uttanlands innan teldutøkni og kunning, ið eru nógv vaksið síðani 2005. Vøksturin er heili 494%. Hendan sama gongdin ger seg galdandi innan samskifti, har vøksturin er 178%, og er tað serliga fjarskiftistænastur, sum vaksa. Inntøkur frá teldutøkni, kunning og samskifti eru vaksnar við 18% í hesum tíðarskeiðnum. Inntøkurnar frá sølu av samskifti uttanlands hava verið rættiliga støðugar, tó undantikið í 2008, sum var eitt sera gott ár.
|
|
|
|
Keyp av tryggingartænastum úr útlondum er minkandi, og vit hava ongar inntøkur av sølu av tryggingartænastum. Keyp av fíggjartænastum eru vaksið støðugt síðani 2005. Inntøkurnar frá sølu av fíggjartænastum er eisini støðugt vaksandi.
Hagstovan útvegar upplýsingar um gjaldsjavnan og ogn og skuld við spurnarbløðum, har 80% av respondentunum svara, og sum kann sigast at vera gott. Sannlíkiskanningar verða gjørdar fyri at tryggja góðsku, men hóast kann framvegis vera ein ein óvissa, m.a. tí at talan er ikki um grannskoðaðar uppgerðir. Talið av spurnabløðum er avmarkað til umleið 700, sum eisini kunnu geva óvissu. Almennar skráir, sum eru grundarlag fyri gjaldsjavnan, hava eisini eina óvissu, tí Hagstovan hevur ikki møguleikar at eftirkanna skrásetingina av upplýsingum til hesar skráir, tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald