??tflutningurin úr Danmark til Afrika økist í stórum, men hóast danskar fyritøkur ongantíð áður hava útflutt so nógv til Afrika, er møguleikin fyri vøkstri framvegis stórur, metir Dansk Industri.
??tflutningurin úr Danmark til Afrika øktist við meira enn 20 prosentum seinasta árið. Orsøkin er, at Afrika hevur havt støðugan búskaparvøkstur í fleiri ár á rað. Tað skrivar Dansk Industri.
Seinastu tíggju árini hevur Afrika nevniliga havt ein búskaparvøkstur upp á umleið 5 prosent um árið, og bert Asia hevur havt størri vøkstur enn Afrika.
Hetta merkir, at livistøðið er hækkað, og at nógv fólk koma úr fátækradømi og gerast partur av miðalklassanum. Umleið ein milliard fólk búgva í temum 53 londunum í Afrika.
Hóast stóran vøkstur í útflutninginum seinastu árini, metir Dansk Industri, at útflutningurin kann økjast enn meira komandi árini. Danmark útflutti í 2012 fyri umleið 9 mia. kr. til Afrika, og tað er millum 1-2 prosent av samlaða útflutninginum.
Tó eru nógv lond framvegis merkt av korruptión og fátækradømi, og tað er ein váði í sambandi við vinnuvirksemi í hesum heimspartinum.
Føroyar útflyta serliga uppsjóvarfisk til Nigeria í Afrika. Í 2012 útfluttu Føroyar fyri slakar 400 mió. kr. av uppsjóvarfiski til Afrika, tað skrivar Vinnuhúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald