JN

Stórur eldur í Sandavági

...

2017-03-23 03:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Um tvey tíðina í nátt varð boðað frá, at eldur var í bilverkstaðnum Carro í Sandavági, tað var beinanvegin stórur eldur, fyrst í ytra parti av verkstaðnum, sum so breiddi seg til norðara part við.  Carro stendur mitt í bygdini í tættbygdum øki, men tíbetur var stilt, soleiðis at næstu húsini ikki fingu skaða, tó hevur okkurt neyst fingið skaða.

Eingin fólkaskaði stóðst av eldinum.

Í tí eina neystinum vóru nakrir seyðir, teir vórðu hjálptir út, men tann eina ærin leyp inn aftur í eldin.

Nú kl. er 03.40 sær út til at tamarhald er á eldinum.

Sløkkiliðini í Vágum, á Flogvøllinum og í Kvívík eru við í sløkkiarbeiðinum.

Uppdatering kl. 5.12 - Eldurin er sløktur.

Sí fleiri myndir og filmsbrot her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder