JN

Stórt stuðulstiltak í Deplinum, Skálavík

...

2014-09-08 20:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú leygardag verður fjølbroytt stuðulstiltak í Deplinum í Skálavík.



Triðja árið á rað verður skipað fyri stuðulstiltakið til frama fyri felagskapin NLAI, sum virkar millum børn í Kenya. Áður er innsavnaði peningurin farin til eitt gentuheim og ein skúla, men í ár fara pengarnir til eitt dreingjaheim.

Nógv ymiskt er á skránni, men høvuðsnavnið er uttan iva Livar Nysted, sum fer at hava eitt innlegg um havrógving og vísa myndir frá sínum ferðum.

Eisini verður ein heldur annarleiðis mótasýning. Umboð fyri NLAI í Føroyum, vóru í Kenya herfyri, og keyptu tá vørur, sum genturnar á seymiskúlanum hjá NLAI hava seymað. Tað eru hesi klæðini, ið vera sýnd fram leygardagin

Góður felagssangur og sangur verður eisini at hoyra, við luttøku við Olvheðini Jacobsen úr Hvannasundi, Sandoyar Mannskóri, Sámal Hanna og Gerhardi og Noomi Nielsen.

Annars verður lutaseðlasøla við góðum vinningum, so sum krovi, snildfon, málningum og øðrum góðum. Eisini verður søla við sjálvvirkaðum lutum úr Afrika, so sum taskur, smykkur, kjólar og annað.

Ein góður kaffimunnur og smákøkur verður at fáa, og eisini kann ein keypa sær eitt lagkøkustykki, og er tá eisini við at stuðla.

Vit vóna, at nógv fólk koma í Depilin hetta kvøldið at hugna sær.

Báturin siglir av Skopun kl 22.30, og møguleiki er eisini at bíleggja sær kamar í Deplinum.

Vegna fyrireikarnir Kenyabólkurin 2014

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder