
Thilda Gaardlykke skrivar á Facebook: Nú verður nógv snakka um hvør skal fáa heiðurin sum ársins stjóri, ársins leiðari, ársins leikari osf. Síður verða skrivaðar upp og niður í miðlunum, um hvussu gott øll hesi hava gjørt tad. Men ein fagbólkur sum ongantíð verður nevndur, sum ársins nakað, eru skrellimenninir ( og ja, nú sigi eg menninir og ikki skrellifólkið, tí har er ikki javnstøða, har mugu vera ógvuliga fá konufólk sum halda seg framat)
Ein dag sum í gjár, har tað er kolandi stormur, regn og ísakalt, eru teir úti til arbeiðis, renna hús í hús eftir okkara skrellið, uttan at nakar sum so, gevur sær far um tað.
Stóra takk skullu tit hava, fyri at tit eru so álítandi. Tit fáa mína stemmu, um okkurt eitur ársins arbeiðsjarn????????????????
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald