JN

Størsti starvsbólkurin er innan umsorgan

...

2014-10-08 18:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Størsti einstaki starvsbólkurin er innan umsorganararbeiði, og tað er eisini starvsbólkurin við so nógv flestum kvinnum.

27.129 fólk svaraðu upp á spurningum um starv. Fólk undir 15 ár vóru ikki spurd og næstan 11.000 vóru ikki arbeiðsvirkin.

Innan umsorganararbeiði arbeiða 2.352 fólk og av teimum vóru 2.164 kvinnur ella 92 prosent. Umsorganararbeiði er millum annað heilsurøktarar, heimahjálp, hjálparfóllk á ymsum stovnum, sjúkrarøktarfrøðingar á stovnum og námsfrøðingar á stovnum.

Fólk sum hava størv innan Heilsuverkið eru í bólkinum Heilsustarvsfólk. Eisini tann bólkurin er ein starvsbólkur við nógv flestum kvinnum.

Ovast hjá mannfólki er størv í bólkinum ???Tøkningar inn vísindi, verkfrøði, skips- og loftferðslu???. Í hesum bólki eru millum annað yvirmenn á skipum, byggifrøðingar, maskinmeistarar annars og flogskiparar.

2.344 søgdu seg hava starv innan hendan bólkin og av teimum vóru 2.277 menn, tað svarar til 97 prosent av øllum í bólkinum.

Hjá monnum er undirvísing og námsfrøðilgt arbeiði ein stórur starvsbólkur,  men kortini eru tað meiri enn dupult so nógv konufólk, ið arbeiða innan undirvísing og námsfrøði.

Av teimum stóru starvsbólkunum er javnasta kynsbýtið í bólkinum ???Arbeiðið við at passa anlegg og maskinur???.  Hesin bólkur umfatar tímalønt á flakavirkjunum og øðrum fiskavirkjum.

Í alt arbeiða 1.390 á flakavirkjum og øðrum fiskavirkjum og býtið er 608 konufólk og 782 mannfólk.

Um hugt verður eftir starvsbólkunum hvør sær, so eru nøkur størv, har kynsbýtið er rættuliga javnt,  men tað eru ikki í teimum størstu starvsbólkunum.

Eitt nú bólkurin ???Arbeiðið innan løgfrøði, samfelagsvísundi og mentan???. Har er javnt býtt millum kynini. Í alt eru 436 flokkaði í tann bólkin, og býtið er 234 mannfólk og 202 konufólk. Hetta eru millum annað løgfrøðingar, sosialráðgevar, fjølmiðlafólk og prestar.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder