JN

Størsti fólkavøkstur í eysturkommunu

...

2018-11-12 15:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fólkatalið var 51.095 tann 1. oktobur. Tað vaks við 824 fólkum ella 1,6% í 12-mánaðar skeiðinum 1. oktobur 2017 ??? 1. oktobur 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 255 og nettotilflyting á 569. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 7 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 154 størri.

 

Høvuðsøkini: Eysturoy og Tórshavnarøkið veksa skjótast ??? Suðuroy minkar framvegis
Landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,4% (harav serliga í Nes og Sjóvar kommunum).

Tórshavnarøkið vaks við 2,0%, og her var eisini nógv størsti vøksturin í tali við 391fólkum. Hetta er næstan helvtin av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Síðani eru Streymoyar sýsla uttan høvuðsstaðin við  1,5%, og Norðoya og Vága sýslur við 1,3% hvør.

Í Sandoyar sýslu er ein lítil vøkstur við 5 fólkum ella 0,4%.

Í Suðuroyar sýslu er ein munandi minking við 28 fólkum ella 0,6%.

Sandoy og Suðuroy hava onki fingið úr fólkavøkstrinum síðstu árini
Veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum, og hevur síðani verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-8% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu fimm árini.

Nettotilflytingin er methøg
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.190, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 500 fólk minni og tilflytingin eini 450 størri ??? og tí er ein negativ nettoflyting á 410 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 569 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.

 

Burðaravlopið nærum óbroytt
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðarskeið var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) nakað tað sama hetta 12-mánaðskeiðið. Deyðatalið var óbroytt meðan føðitalið minkaði við 7.

 

Fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum 
Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 189 fleiri mannfólk enn konufólk. Men av tí, at tað var ein yvirvág av gentum í føðitalinum við 26 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 67, var samanlagda úrslitið 96 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga fyrra hálvárið í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.

 

Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð
Seinastu fýra árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var um 1,5% í ársvøkstri fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3 - 1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti vári og nú út á heystið er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann nú er stívliga 1,6%.

Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting ??? og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini venda aftur við næstu uppgerðir.

Kommunurnar: størsti vøkstur í miðstaðar- og eysturoyarkommunum
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 456, Runavíkar við 78 og Klaksvíkar við 72. Síðani miðalstóru kommunurnar, Nes við 56, Sunda við 43, Sjóvar við 41 og Eystur við 39 fólkum.

Serliga stórur vøkstur er í nøkrum bygdum á Skálafjørðinum, Toftir (í Nes kommunu) við 43 fólkum ella 5,4%, Strendur (í Sjóvar kommunu) við 41 fólkum ella 4,9% og Skála (í Runavíkar kommunu) við 27 fólkum ella 4,0.

Av smærri kommununum er lutfalsliga størsti vøkstur í Kunoyar við 3,5% og Eiðis við 2,5%.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs, Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum við ávikavist 24, 12  og 10 fólkum.

Samanumtikið er vøkstur í 19 kommunum og stillstøða ella minking í 10. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

 

Oyggjarnar: minking í Suðuroy og flestu útoyggjum
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó lítil vøkstur í Sandoy og beinleiðis munandi minking í Suðuroy við 28 fólkum ella 0,6%.

Av útoyggjum er ein vøkstur í Nólsoy við 6 fólkum og í Skúvoy við 1, meðan í Stóru Dímun og Koltri er óbroytt. Í hinum útoyggjunum minkar, mest í Hestoy við 5 ??? og tað er ein fimtingur av fólkatalinum, sum var fyri einum ári síðani. 

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder