Ítróttur

Stórsteypadysturin verður sunnudagin

...

2014-03-07 18:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Árligi stórsteypadysturin millum føroyameistaran og steypavinnaran í mansfótbólti verður leiktur nú sunnudagin.

Í ár eru tað føroyameistararnir úr HB og steypavinnararnir úr Víkingi, sum bresta saman í Stórsteypadystinum, sum verður leiktur á ovara vølli í Gundadali sunnudagin klokkan 15.

Tað eru Lions Club Føroyar og Fótbóltssamband Føroya, sum í felag skipa fyri Stórsteypadystinum, og umframt at endamálið sjálvsagt er at fáa ein góðan dyst, so roynir man eisini at savna inn pening til eitt vælgerandi endamál.

Hesaferð hevur Lions Club í Føroyum gjørt av, at innkomnu pengarnir skulu fara til eitt altjóða Lions-átak, nú Føroyar hava fingið áheitan um at vera við til at stuðla bygging av eini lyftu á einum heimi fyri brekað í Dusheti í Georgia.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder