Ítróttur

Stórsteypadystir um Lionsbikør

...

2014-09-21 16:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag verður kappast um ársins Lionsbikar hjá monnum og kvinnum í Høllini á Hálsi í Havn. Hetta eru dystirnir, sum fyrr vóru róptir stórsteypadystir, har vinnarin av ávikavist Atlantic Airways og Elektron kappingini og Coca-Cola kappingini kappast um steyp.

Tað er Lions Club Tórshavn sum skipar fyri dystinum í samstarvið við HSF og fer peningurin til vælgerandi endamál. Reglurnar fyri Lionsbikarið eru, at spælt verður um bikørini í 10 ár, og tað felag, ið oftast vinnur steypið í hesum tíðarskeiði, fær tað til ognar. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri feløg eftir hesi 10 árini, verður spælt, til eitt felag hevur vunnið oftari enn hini.

Í ár er kvinnudysturin millum Kyndil (greipuvinnari) og Neistan (tveyari í steypakappingini), meðan mansdysturin er millum KÍF (Føroyameistari) og Kyndil (steypavinnari).

  • Kl. 17.00 Kvinnur: Kyndil ??? Neistin
  • Kl. 19.00 Menn:     KÍF ??? Kyndil

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder