2014-08-27 03:11
Leygardagin 23. august vórðu nýggja fimleikahøllin og dagførda ítróttarhøllin í Runavík tiknar í nýtslu. Sera nógv fólk hevði leitað sær í høllina til haldið.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og greiddi frá stóru verkætlanini. Hann takkaði høvuðsarbeiðstakaranum, Búsetur, og annars øllum teimum, ið høvdu staðið fyri arbeiðinum, og hjálpt til á ymsan hátt. Somuleiðis takka hann LOA-grunninum, sum hevði stuðlað við ráðgeving og fíggjarligum stuðli.
Síðani vóru heilsanir bornar fram av Sigmar Davidsen, formanni í Støkk, Torben Frølich, stjóra í Lokale- og Anlægsfonden, Duritu P. Joensen, skúlastjóra í Runavíkar Kommunuskúla, Sjúrður Holm, stjóra í Búsetur, Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinnu í Fimleikasambandinum, og Petur Elias Petersen, Forseta í Ítróttasambandinum.
Millum røðurnar spældu Kári Sverrisson og Hans Jacob Kollslíð tvey løg, og miðskeiðis í haldinum hevði Støkk fyri eini fimleikaframsýning í reiðskapshøllini, har hópin av fimleikarum vístu, hvussu høllin kundi nýtast til reiðskapsfimleik, estetiskan fimleik og liðfimleik. Endin á hesi framsýning var, at eitt spildurnýtt Støkk-lag, sum Niclas Johannesen hevði gjørt, varð spælt, samstundis sum høllin fyltist av fimleikarum.
At enda avdúkaði Kári Egholm Jacobsen, formaður í mentanarnevndini, navnið á nýggju tvíhøllini - hon eitur Bylgan. Tey bæði, ið høvdu skotið hetta navn upp, Aslaug C. Gisladóttir og Svend Højgaard, fingu blómutyssi.
Síðani bjóðaði kommunan lagkøku og drekkamunn, samstundis sum Støkk og Tjaldur skipaðu fyri virksemi í høllunum báðum. Stóra fjøldin av fólki nýtti høvið at hyggja seg um í Bylgjuni, sum inniheldur ítróttarhøll, hallir til estetiskan, reiðskaps- og liðfimleik, umframt fitnessøki, stórt fundarhøli og 6 umklæðingarrúm, tað skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald