2020-06-30 15:04

Í Kvívíkar kommunu verða í løtuni 5 sethús bygd - 3 í Kvívík og 2 í Leynum.
Kvívíkar kommuna hevur júst gjørt tvær stórar útstykkingar, eina Frammi í Gerði í Kvívík til 18 sethús og eina í Leynum til 7 sethús, Heri Múller borgarstjóri sigur við okkum á JN.fo, at øll grundøkini Frammi í Gerði eru umbiðin og seld, og eftir tað so standa 10 fólk á bíðilista til at fáa grundøkið í kommununi.
Fyri at kunna klára tørvin er tí neyðugt við fleiri útstykkingum, kommunan arbeiðir tí við eini størri útstykking Norði á Heygnum í Kvívík, tað hastar, so í løtuni verður øll orka løgd í tað sigur borgarstjórin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald