2021-08-30 08:55
Nú grivið og planerað verður fyri nýggja langhylinum í Havn, vísir tað seg, at ein stór royðulind er júst har í langhylurin skal byggjast, ja ein av størstu royðulindunum í landinum. Tað skuldi hjálpt til at graviarbeiðið verður bíligari enn annars mett, tí royða er góð at grava, og ikki skuldi gjørt neyðugt at sprongt bleyta grótið
Grótið verður koyrt inn á Sund, sí myndirnar niðanfyri, bæði av grevstinum í Havn og av grótinum á Sundi.
Uppdatering kl. 15.00: Vit hava fingið at vita, at royðugrót ikki er nemmari at fáast við enn vanligt basalt, heldur tvørtur ímóti, so tað ið vit skrivaðu fyrr í morgun er ikki heilt rætt, men git frá okkara síðu. JN
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald