JN

Stór leiting eftir 11 ára gomlum dreingi

...

2016-12-31 16:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Seinnapartin í dag fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein 11 ára gamal drongur var blivin burtur í Vágum. Hann var farin við pápa sínum at skjóta harur, og tá ið tað gjørdist greitt, at hann var blivin burtur fekk løgreglan boðini, og setti stóra leiting í gongd. 

Vága bjargingarfelag fór at leita á landi, og báturin Sverri loysti eisini. Bjargingartyrlan hjá Atlanstflog fekk eisini boð um at fara at leita.

Drongurin var funnin aftur í bilinum hjá pápanum í øllum góðum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder