JN

Stór framgongd í íslendskari ferðavinnu

...

2013-12-09 20:42 Author image
placeholder

Í farnu viku visti Kringvarp Føroya at siga, at í løtuni stavar meginparturin av fremmanda peninginum í Íslandi frá ferðavinnuni. Tað vil siga, at higartil í ár er ferðavinnan í Íslandi vorðin størri enn fiskivinnan á hesum økinum. Vøksturin í ferðavinnuni var í fjør 19% og var hetta besta úrslit í Evropa.

Eisini er vorðið greitt, at EasyJet hevur stórar ætlanir fyri farleið teirra til Íslands í komandi ári. Felagið hevur nevniliga í hyggju at flyta 250.000 ferðafólk til og frá Íslandi í 2014. EaysyJet kom á íslendska marknaðin fyri bert 18 mánaðum síðani og flýgur frá Edinburgh í Skotlandi og London og Manchester í Onglandi. ??tlanin er at víðka um rutunetið til og frá Íslandi í næstum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder