JN

Støðugt fallandi feskfiskaveiða

...

2013-10-26 14:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Ein fimting í nøgd og lítlan triðing í virði eru avreiðingarnar av botnfiski minkaðar tríggjar teir fyrstu ársfjóðringarnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Tað er serliga nøgdin av upsa, sum er minkað munandi í mun til í fjør ??? áleið ein fjóðring - og dregur tað samlaðu nøgdina av botnfiski niður. Avreiðingarnar av øðrum botnfiski, eitt nú brosmu og longu, eru eisini minkaðar nógv, samanborið við í fjør ??? samantalt ein triðing.

Nøgdin av toski er kvinkað nakað uppeftir í ár, og orsøkin er tann, at toskurin av Flemish Cap, sum línuskipini veiddu í summar, er farin um avreiðingarskipanina. Kvotan av toski hjá føroyingum á Flemish Cap í 2013 er 3.200 tons.

Eisini nøgdin av hýsu er vaksin, men hevur hýsunøgdin seinastu árini verið serliga lág.

Fyrstu tríggir ársfjóðringarnir í ár vísa, at feskfiskaveiðan í ár ikki fer at hilnast væl. Afturgongdin, sum hevur verið í feskfiskaveiðuni seinastu árini, heldur fram.

 



Verða hesir tríggir ársfjóðringarnir í ár samanbornir við sama tíðarskeið undanfarin ár, sæst at feskfiskaveiðan er stak vánalig.

Í talvuni og strikumyndini niðanfyri er botnfiskanøgdin fyri tríggjar ársfjóðringar í ár samanborin við sama tíðarskeið undanfarin ár, og staðfestast kann, at seinastu 20 árini er í hesum tíðarskeiði ongantíð landað so lítið av botnfiski sum í ár.

Fyri at finna líknandi tøl, sum í ár skulu vit aftur í fyrru helvt at 90-unum, tá nøgdirnar eisini vóru sera lágar. 

 



Avreiðingartølini fyri 9 teir fyrstu mánaðirnar av 2013 eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Í hagtalsgrunninum eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder