Vinna

Støðuga gongdin í fólkatalinum heldur fram

...

2021-08-23 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 1. juli búðu 53.399 fólk í Føroyum. Seinasta árið løgdust 796 fólk afturat, sum er ein vøkstur á 1,5% samanborið við 1. juli í fjør. 

Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum frá 1985 og fram til nú.

Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda: Hagstova FøroyapersónarFólkataliðMáltTrendurJul '18Sep '18Nov '18Jan '19Mar '19Mai '19Jul '19Sep '19Nov '19Jan '20Mar '20Mai '20Jul '20Sep '20Nov '20Jan '21Mar '21Mai '21Jul '211990200020102???50.00051.00052.00053.00054.00053.399

Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð).

Vøksturin í fólkatalinum seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 333 og nettoflyting á 453. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er nettoflytingin 209 minni, meðan burðaravlopið er 38 størri. Seinastu tvey árini er nettoflytingin minkað nakað, samstundis sum burðaravlopið er vaksið nakað. Samlaða ískoytið til fólkavøksturin er tí framvegis javnt vaksandi.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini.

flyting

 

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum.

fødd_deyð

 

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í hvørjari kommunu 1. juli 2020 og 1. juli 2021.

Eins og í fjør eru fólkaríkastu kommunurnar í landinum Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunur, og minstu kommunurnar eru Fugloyar, Skúgvoyar og Fámjins kommunur.

Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu við 397 fólkum, meðan størsta afturgongdin var í Eiðis og Vestmanna kommunum, har 7 fólk fluttu úr kommununum.

Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 6,2 prosentum, tað er seks fólk. Síðani kemur Sands kommuna, har fólkavøksturin var 3,6 prosent, 19 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar kommunu, 2,6 prosent, tað er eitt fólk.

Fólkatalið í kommununum

jul 2020 ??? jul 2021

 julymunur
 20202021persónar%
Tilsamans52.61353.3997861,5
Fugloyar kommuna3938-1-2,6
Viðareiðis kommuna34835241,1
Hvannasunds kommuna42142871,7
Klaksvíkar kommuna5.2845.347631,2
Kunoyar kommuna153150-3-2,0
Fuglafjarðar kommuna1.5831.597140,9
Eysturkommuna2.1802.234542,5
Nes kommuna1.3681.409413,0
Runavíkar kommuna4.1884.262741,8
Sjóvar kommuna1.1071.134272,4
Eiðis kommuna770763-7-0,9
Sunda kommuna1.8171.811-6-0,3
Tórshavnar kommuna22.21022.6073971,8
Kvívíkar kommuna61561610,2
Vestmanna kommuna1.2541.247-7-0,6
Vága kommuna2.1372.155180,8
Sørvágs kommuna1.2341.258241,9
Skopunar kommuna46046110,2
Sands kommuna535554193,6
Skálavíkar kommuna139138-1-0,7
Húsavíkar kommuna11211310,9
Skúgvoyar kommuna4241-1-2,4
Hvalbiar kommuna665681162,4
Tvøroyrar kommuna1.7401.764241,4
Fámjins kommuna828311,2
Hovs kommuna9710366,2
Porkeris kommuna316327113,5
Vágs kommuna1.3581.36680,6
Sumbiar kommuna35936010,3

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

Kelda: Hagstovan.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder