2015-08-07 13:39

Gulllaksaskipini Stjørnan og Polarhav plaga at landa á Kósini, men av tí at Summarfestivalurin er í Klaksvík, so landa tey hendan túrin í Kollafirði, teir hava tilsamans 200 tons.
Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir veiðuna.
Stjørnan og Polarhav byrjaðu túrin vestanfyri, men hava teir seinastu dagarnar roynt norðanfyri.
Tað eru umleið 2.000 tons eftir av gulllaksakvotuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald